Her fær tú alt, sum tær tøvar, til at stuttleika tær í sjónum, í nógvar tímar.
- Base 5mm vátdrakt
- Base 3 mm hetta
- Gul Power glove handskar 3mm
- Gul Power Boots 5mm
Nordic Xtreme 5mm frá svenska BASE
Okkara bestseller drakt til juniorar. Við hesi draktini fær mann stutt sagt mest fyri peningin.
Draktin er heit og vælegnað til føroyska veðurlagið.
Draktin er framleidd úr bleitum stretch neoprene, hevur lynlás á rygginum og hevur gummilag lagt á bringuna og á ryggin, soleiðs at kroppurin á persóninum, sum er í draktini, verður vardur í móti kulda frá vindi og veðri (chill-effekt).
Harumframt hevur draktin GBS seymingar, sum ger, at vatn ikki sleppur inn í gjøgnum hesar, og tað ger at draktin er tættari og at minni vatnrensl er í henni, sum so ger, at draktin sum heild er ein heitari drakt.
Alt í alt ein sera góð drakt – vit hava sera góðar royndir við hesi draktini.
Draktin er svørt og er seyma við lime litaðum tráði og hevur Lim litaði merki. Sum heild ger hetta draktina sera pena, har samarenningin í millum svart og lime ger, at draktin egnar seg væl til bæði dreingir og gentur.